Hondbóltur

Beinleiðis úr Bosnia: Hondbóltsmenn at hoyra á FM1 klokkan 11

Nýklaktu íslandsmeistararnir, Allan Norðberg og Bjarni í Selvindi, vitja saman, og tað gera Teis Horn Rasmussen og Rói Berg Hansen. Lurta frá klokkan 11 ella seinni á FM1 og Portalinum.

Bjarni í Selvindi og Allan Norðberg til EM í Osloa - nú verður farið eftir enn einum endaspæli, og teir vera aftur við mikrofonirnar í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Bjarni í Selvindi og Allan Norðberg til EM í Osloa - nú verður farið eftir enn einum endaspæli, og teir vera aftur við mikrofonirnar í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-12 06:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tuzla, Bosnia (Portalurin): Eftir ein ógvuliga langan ferðadag kom føroyska ferðalagið uppá pláss á gistingarhúsinum í nátt.

Sí frágreiðing og myndir: Loksins lendir í Bosnia 

Her halda fyrireikingarnar fram til fyrra HM-røkkstøkkdystin móti Bosnia-Hersegovina, sum verður hóskvøldið klokkan 19. Seinni dysturin verður spældur við Tjarnir leygardagin klokkan 19. Samanlagdi vinnarin kemur til HM-endaspælið í januar 2027.

Les eisini: Bert 48 tímar millum dystarbyrjan í Bosnia og við Tjarnir

Tveir føroyskir spælarar við sjálvsáliti eru Allan Norðberg og Bjarni í Selvindi. Strandingurin og skálamaðurin vóru við at vinna íslendska meistaraheitið við Vali, sum kom í hús hóskvøldið.

Stutt eftir klokkan 11 vera teir at hoyra á FM1, og tað vera Teis Horn Rasmussen og Rói Berg Hansen. Javngomlu menninir eru uppvaksnir í Neistanum saman og eru millum royndastu A-landsliðsspælararnar.

Í 2017 vóru teir við at spæla Føroyar til fyrsta ungdómsendaspælið (U21 HM í Algeria), og nú fara Rói, Teis og hinir eftir vaksnamanna HM. 

Lurta frá klokkan 11 føroyska tíð - beinleiðis úr Bosnia. Sendingin kemur eisini út á fm1.fo og Portalin aftana: Sum heil sending og í onkrum brotum.

Lurta eftir FM1 her ella á á vanligu frekvensunum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder