Fótbóltur

Geza Turi og teir taptu fyrru hálvfinaluna um uppflyting

Grimsby legði seg annars á odda eftir hálvan minutt, men Salford skoraði hinu bæði málini á Blundell Park. Onnur hálvfinalan verður spæld fríggjakvøldið.

Mynd: /gtfc.co.uk

Mynd: /gtfc.co.uk

2026-05-10 18:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Grimsby endaði á play-off plássi í grundspælinum í League Two, og Geza Turi og hinir stríðast harvið í løtuni um at sleppa í play-off finaluna á Wembley og um at flyta upp í triðbestu ensku deildina.

Føroyingafelagið í Onglandi byrjaði ógvuliga væl í fyrru hálvfinaluni, sum var á heimavølli seinnapartin: Reece Staunton skoraði við beinleiðis fluktara longu eftir hálvan minutt, men eftir fýra minuttir var 1-1.

Í 39. minutti varð 1-2, og hetta gjørdist eisini endaliga úrslitið.

Harvið skal Grimsby jagstra, tá liðini hittast í Salford fríggjakvøkdið 15. mai klokkan 19.15. Samanlagdi vinnarin spælir seg í sjálva finaluna um uppflyting, sum verður spæld á tjóðarleikvøllinum Wembley.

Geza David Turi spældi allar 90 minuttirnar á Grimsby-miðvøllinum í dag, og fær 24-ára gamli føroyski landsliðsmiðvallarin góð skoðsmál fyri avrikið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder