Tuzla, Bosnia (Portalurin): Føroyska manslandsliðið í hondbólti spælir í morign fyrra HM-røkkstøkkdystin (play-off) móti Bosnia.
Portalurin og FM1 fylgja gongdini á staðnum, og í dag klokkan 11 føroyska tíð er onnur sendingin á skránni.
Longri samrøða verður við systkinabørnini Róa Ellefsen á Skipagøtu og Paula Mittún, sum skulu tosa um hondbóltslívið, um Bosnia og eisini svara uppá, hvussu væl teir kenna hvønn annan.
Høgni Vilhelmsen hevur verið liðleiðari í yvir eitt og eitt hálvt ár, og hann kemur eisini framvið mikrofonini.
Og so ringja vit til Beinir Johannesen: Áðrenn hann gjørdist løgmaður var hann sum strikuspælari júst í Tuzla og umboðaði Team Klaksvík og føroyskan hondbólt í evropeiskum dysti.
![]()
Team Klaksvík royndi seg í Tuzla í 2023
Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum
Hoyr sendingina frá í gjár her: Spurningar og HM-vónir við Allani, Bjarna, Róa og Teis
Video: - Ganga í sínari egnu boblu
Sí eisini: Íslendsku meistararnir: HM-pláss hevði verið krúnan á verkinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald