Tað gekk ikki hjá Geza David Turi og teimum, tá Grimsby sunnudagin tók ímóti Salford í fyrru play-off hálvfinaluni.
Sí eisini: Geza og teir taptu fyrru hálvfinaluna um uppflyting
Tað endaði 1-2 hóast Grimsby legði seg á odda í fyrsta minutti.
Harvið skal føroyingafelagið í League Two vinna í Salford fríggjakvøldið - við tveimum málum eftir 90 minuttir ella við einum máli og síðani eftir longda leiktíð/brotssparkskapping.
Samanlagdi vinnarin í uppgerðini skal spæla finalu um uppflyting til triðbestu deildina á mæta Wembley-leikvøllinum.
Geza besti spælari
Føroyski landsliðsmiðvallarin hjá Grimsby heldur fram at vísa seg væl fram.
Nummar 15 fekk góð skoðsmál fyri avriki móti Salford, eins og hann hevur gjørt í øðrum týðandi dystum seinastu mánaðirnar.
Geza David Turi varð eftir dystin sunnudagin kosin sum besti spælari hjá Grimsby.
![]()
(Mynd: Grimsby Town Football Club)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald