2019-01-22 15:47
23 ára gamli spanski vongbakkurin hjá Arsenal, Hector Bellerin, skal halda støðg frá fótbóltinum í upp til níggju mánaðir.
Tað gjørdist greitt, nú staðfest er, at skaðin hann fekk í dysti móti Chelsea leygardagin var so álvarsligur, at hann ikki kann spæla í seks til níggju mánaðir.
Arsenal skrivar á heimasíðuni, at Bellerin ein av komandi døgunum verður lagdur undir skurð, og so byrjar drúgva arbeiðið at venja knæið uppaftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald