Nicklas Bendtner kom í hesum kappingarárinum til FCK, har hann fekk sáttmála til fyrsta januar. Men tað hevur ikki gingist so væl hjá Bendtner í FCK, har tað ikki eydnaðist honum at vinna fast pláss á liðinum.
Og nú kunngerð FCK á heimasíðu síni at fyrrverandi Arsenal og landsliðsáloyparin ikki fær nýggjan sáttmála við donsku meistararnar.
31 ára gamli Nicklas Bentner umhugsar nú at gevast sum yrkisleikari.
-Nú ætli eg mær at hugsa meg væl um, fyri at finna útav um eg skal royna eitt nýtt ævintýr í fótbóltsheiminum ella um eg skal gevast sigur Bendtner.
Bendtner skeyt eitt mál fyri FCK í níggju dysum, tað var ímóti FC Nordsjælland í steypakappingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald