Annað

Bengals og 49ers spældu seg eisini í hálvfinalurnar

Eftir dystirnar í vikuskiftinum er bert eitt fet eftir, áðrenn komið verður til Super Bowl. Avgerðin fellur sunnukvøldið.

Ungi quarterbakkurin Brock Purdy hevur ikki tapt enn, og hevur hann tikið San Francisco og alt NFL á bóli (Mynd: EPA)

Ungi quarterbakkurin Brock Purdy hevur ikki tapt enn, og hevur hann tikið San Francisco og alt NFL á bóli (Mynd: EPA)

2023-01-24 20:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

"Championship Sunday". Soleiðis nevna amerikumenn sunnudagin, tá fýra lið spæla um tey bæði Super Bowl-plássini. Júst farna vikuskifti gjørdist greitt, at Philadelphia Eagles og San Francisco 49'ers skulu spæla um NFC-krúnuna, og at Kansas City Chiefs og Cincinnati Bengals annað árið á rað bresta saman í AFC-finaluni á Arrowhead leikvøllinum.

AFC og NFC eru tær báðar "høvuðsdeildirnar" (conferences) í NFL. Liðini sum vinna AFC og NFC hittast í Super Bowl. Leygarkvøldið gjørdist greitt, at hægst styrkismetta liðið í AFC (Chiefs) og hægst styrkismetta liðið í NFC (Eagles) fara at hava møguleika at spæla seg í Super Bowl við heimasigri sunnudagin 29. januar.

Les eisini: Favorittarnir spældu seg eitt fet nærri Super Bowl

Sunnudagin varð lagt upp til brak í Buffalo, har nakað av kava var komið niður, og har Damar Hamlin, ið small um dysti í Cincinnati fyrst í januar var til staðar. Nú hittust Bills og Bengals aftur. Hesuferð spældi liðini 60 minuttirnar, men tað var sjálvdan, at heimaliðið vísti nakað. Verjan hjá Bills hevði einki svar mótvegis Joe Burro, Ja'Marr Chase, Joe Mixon og hinum, og Josh Allen og álopið tyktust merkiliga tannleysir.

Bengals vunnu trygt og eru ein sigur frá at koma í Super Bowl annað árið á rað. Kravið er, at enn einaferð koma framvið Chiefs á útivølli - stóri spurningurin um til hendan dystin er, um hvussu væl Patrick Mahomes megnar at spæla. Quarterbakkurin og stóra stjørnan hjá Kansas City beklaði ógvusliga, og ivasamt er hvussu avmarkaður Mahomes verður í rørslum sínum sunnukvøldið.

[object Object]
Joe Burrow í Super Bowl í fjør. Ungi quarterbakkurin hevur víst stórspæl seinastu vikurnar, og liðið er nú ein dyst frá at koma aftur í stóru finaluna (Mynd: EPA)

Í San Francisco var talan um ein verjudyst. Tað var eisini væntað, tí talan var helst um tvær tær sterkastu verjurnar í NFL. Tá tað skuldi avgerast, og stig skuldu á talvuna, var ungi Brock Purdy tó kaldari enn meira royndi Dak Prescott. Purdy varð valdur sum tann allarseinasti í draftinum síðsta vár (tá yvir 200 spælarar úr college verða valdur av NFL-liðum) og kom inn á liðið í desember vegna skaða til Jimmy Garoppolo.

Purdy og álopið gjørdu nóg mikið til at vinna dystin, meðan Prescott gjørdi dýr mistøk. Hetta er triðja árið á rað, at 49'ers eru í NFC-finaluni (aðrari hálvfinaluni), og skal liðið hjá Kyle Shanahan hesaferð spæla móti einum sterkum Eagles-liði á útivølli.

Divisonal Round
Sunnudagin 22. januar: 

Buffalo Bills - Cincinnati Bengals 10-27

San Francisco 49'ers - Dallas Cowboys 19-12



Leygarkvøldið 21. januar og sunnukvøldið 22. januar:

Kansas City Chiefs - Jacksonville Jaguars 27-20 

Philadelphia Eagles - New York Giants 38-7 


Championship Sunday
Sunnudagin 29. januar:

20.00: Philadelphia Eagles - San Francisco 49'ers (NFC)

23.30: Kansas City Chiefs - Cincinnati Bengals (AFC)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder