Annað árið á rað hevur eitt lið heimavøll í einari Super Bowl. Fram til í fjør var tað ongantíð hent áður, men Tampa Bay Bucaneers og Tom Brady vunnu seg í finaluna í fjør og vunnu hana eisini.
54 tey fyrstu árini við Super Bowl hevði einki lið heimavallarfyrimun - tað fáa Rams um 13 dagar, tí Super Bowl LVI (56) 13. februar verður leikt í Inglewood í Los Angeles--økinum. Næstan spildurnýggi SoFi-leikvøllurin, ið kostaði áleið 40 milliardir krónur at gera, var eisini karmur um NFC-finaluna í gjár, aðru hálvfinaluna.
Tað sá einki út hjá heimaliðnum, tá Jimmy Garoppolo fann George Kittle við kasti í triðja fjórðingi av dystinum, og 49ers løgdu seg á odda 17-7. Men Matthew Stafford og Cooper Kupp svaraðu aftur. Royndi quarterbakkurin, ið Rams rindaði nógv fyri at fáa síðsta summar, fann tíðliga í síðsta fjórðingi nummar tíggju, ið hevur verið ein av allarbestu leikarunum í NFL í ár í máløkinum (endzone) fyri aðru ferð í dystinum.
So var púra opið, og sterka verjan hjá Rams helt fast, og heimaliðið kom fram til tvey field goals, ið avgjørdu dystin. Liðið hjá Sean McVay er harvið í Super Bowl fyri aðru ferð uppá fýra ár, meðan teir í San Francisco kunnu irða seg um mistu leiðsluna, og at teir ikki komu í Super Bowl fyri aðru ferð uppá trý ár.
Hæddarpunkt frá dystinum síggjast her
Burrow og Bengals koppaðu Mahomes og Chiefs eftir comeback
Tað vóru stórfavorittarnir Kansas City Chiefs, ið vóru greitt omaná í fyrra hálvleiki í AFC-finaluni. Patrick Mahomes spældi so at siga perfekt og kastaði trý touchdowns. Verjan helt eisini Joe Burrow og hinum heilt væl, og munurin í steðginum var heili 18 stig.
Móti endanum av grundspælinum komu Bengals afturíaftur móti júst Chiefs, eftir ein stóran innsats í seinna hálvleiki. Soleiðis var eisini í gjár. Mahomes og hinir fingu einki at rigga móti einari verju, ið tyktist at hava fingið nýtt lív, meðan Burrow og hinir ungu hjá Bengals vóru flúgvandi og skoraðu trý touchdowns á rað.
Tað eydnaðist heimaliðnum, ið spældi sína fjórðu AFC-finalu á rað, at javna við einum sparki í seinastu sekundunum, men í longdu leiktíðini gekk galið. Eins og í hádramtiska dystinum móti Bills í síðstu viku vann Chiefs lutakastið og harvið rættin at fáa bóltin fyrst, men tað endaði við einari interception, og so fluttu Burrow, Higgins, Chase, Mixon og hinir bóltin skjótt og væl, og fyrstaárs-skjúttin Evan McPherson gjørdi eins og síðsu viku, tá Bengals vóru undittippaðir; hann skeyt eitt avgerandi field goal. Harvið er liðið úr Ohio skal fyri fyrstu ferð í 33 ár spæla í einari Super Bowl.
Spælt verður um Lombardi-steypið sunnukvøldð 13. februar - mánanáttina 14. januar.
Hæddarpunkt frá dystinum síggjast her
NFL 2021-2022, "hálvfinalur"
Sunnudagin 30.01
AFC-finala: Kansas City Chiefs - Cincinnati Bengals 24-27 (eftir longda leiktíð - 21-3 í hálvleikinum)
NFC-finala: Los Angeles Rams - San Francisco 49ers 20-17 (7-10)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald