Ein meiriluti av japanska fólkinum heldur ikki, at tað ber til at skipa fyri OL á ein tryggan hátt, vísir ein nýggj kanning, sum blaðið Asahi Shimbun hevur almannakunngjørt í dag.
68 prosent av teimum 1.444 persónunum, ið luttóku í kanningini, halda ikki, at fyriskiparar kunnu hava tamarhald á koronasmittutilburðunum.
Ein góð helvt – 55 prosent – er heilt ímóti, at OL skal fyriskipast, meðan 75 prosent eisini siga seg taka undir við avgerðini um at hava OL uttan áskoðarar.
At japanska fólkið ikki tekur undir við at skipa fyri OL sum ætlað, er tó ikki nakað nýtt. Fleiri aðrar kanningar hava áður víst, at meirilutin av japanska fólkinum ynskir at avlýsa OL ella at útseta tað enn einaferð. Upprunaliga skuldi OL vera í Tokyo í 2020, men orsakað av koronu varð avgerð tikin um at útseta tað í eitt ár.
Japan stríðist í løtuni við fjórðu bylgju av koronu, og um vikuskiftið vórðu fyrstu smittutilburðirnir staðfestir inni í OL-býnum í Tokyo, har upp móti 11.000 ítróttafólk skulu búgva komandi vikurnar. Talan var um tvey ítróttafólk og eitt starvsfólk, sum vórðu staðfest positiv fyri koronu, og í dag varð boðað frá, at enn eitt ítróttafólk í býnum hevði fingið staðfest smittuna.
Umframt fýra tilburðir í sjálvum OL-býnum eru fleiri tilburðir eisini staðfestir áðrenn fráferð til Tokyo ella við komu á floghavnini í japanska høvuðsstaðnum.
Síðan 2. juli eru 58 tilburðir staðfestir millum ítróttafólk, miðlafólk og onnur, sum hava tilknýti til OL. Sunnunáttina varð eitt nú Ryu Seung-min, suðurkoreanskur limur í Altjóða Olympisku Nevndini (IOC) staðfestur smittaður við koronu, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald