Fótbóltur

Bergur er nú EB/Streymari

19-ára gamli leirvíkingurin, ið fyri tað mesta spælir á høgra bakki, hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála. Hann hevur 70 dystir í næstbestu deildini á baki.

Í 2021 fekk Bergur sínar fyrstu minuttir í Betrideildini. Hetta kappingarárið varð partvíst órógvað av einum álvarsomum skaða, ið leirvíkingurin fekk í februar í samband við venjingardyst við besta liðnum (Mynd: EB/Streymur)

Í 2021 fekk Bergur sínar fyrstu minuttir í Betrideildini. Hetta kappingarárið varð partvíst órógvað av einum álvarsomum skaða, ið leirvíkingurin fekk í februar í samband við venjingardyst við besta liðnum (Mynd: EB/Streymur)

2022-11-14 11:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Bergur er EB/Streymari

Hetta kunngjørdi EB/Streymur á Facebook-síðu sínari í gjárkvøldið. Talan er um
19 ára gamli leirvíkingurin Berg Jákupsson Poulsen, sum hevur skrivað undir ein tvey-ára sáttmála við EB/Streymi.

Bergur hevur annars bara umboðað Víking. Síðani summarið 2019 hevur hann spælt 70 dystir og skorað tíggju mál fyri næstbesta liðið hjá felagnum, sum seinastu tvey árini hevur fingið silvur í 1. deild.

Í 2021 fekk Bergur sínar fyrstu minuttir í Betrideildini. Hetta kappingarárið varð partvíst órógvað av einum álvarsomum skaða, ið leirvíkingurin fekk í februar í samband við venjingardyst við besta liðnum.

Nú skal Bergur Poulsen skjótt veruliga royna seg í Betrideildini. Talan er um ein kraftmiklan og skjótan ungan leikara, ið arbeiðir hart. Sum oftast spælir hann á høgra bakki, men Bergur kann eisini spæla á vonginum

Bergur hevur spælt tilsamans 25 landsdystir við U15, U17 og U19 og eigur eisini nøkur gullheiðursmerki frá ungdómstíðini í Víkingi.

Talan er um fyrsta leikarastyrkin hjá EB/Streymi í vetur. Higartil er tað millum annað hent, at hann sum varð kosin til ársins leikari á ársveitslu felagsins, Filip Djordjevic, hevur longt sáttmálan, men at stinni málverjin Kristian Joensen er farin til NSÍ.

Tøl: Faroesoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder