Fótbóltur

Bert 5 fóru í verkfall móti Ronaldo

Starvsfólk í Fiat skuldi vísa sína ónøgd um keypið av Cristiano Ronaldo.

2018-07-16 16:01 Author image
Ari av Rana
placeholder

Lýst var við stórum verkfalli á Fiat-verksmiðjuni í Melfi í Italia, nú Juventus hevur keypt Cristiano Ronaldo.

Verkfallið, sum skuldi verða frá sunnudegnum til í morgin skuldi verða samstundis sum at Ronaldo kom til Torino í gjár, var til læknakanning í dag, og seinni í dag væntandi verður vístur fram sum Juventus leikari. 1700 fólk skuldi lutaka í verkfallinum.

Orsøkin til verkfallið er at ein partur av lønini hjá Cristiano Ronaldo, sambært fleiri italskum miðlum, verður goldin av Fiat. Hetta hendir samstundis sum at starvsfólki hevur fingið at vita, at tey mugu fyrireika seg til fíggjarliga torførar tíðir.

Men verkfallið gjørdist ikki tað tey høvdu vónað, tí einans 5 fólk luttóku í verkfallinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder