placeholder
Fótbóltur

Bert ein broyting frá byrjan

Liðið er sett til seinna vinardystin móti Andorra, sum byrjar á Tórsvølli klokkan 18.

(Mynd: Olena Goffe)

(Mynd: Olena Goffe)

2022-06-28 17:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um eina løtu fer A-landsliðið við kvinnum á vøllin til seinna vinardystin móti Andorra í hesum umfarinum, og Lene B. Terp, landsliðsvenjari hevur gjørt av at byrja við mest sum somu uppstilling, sum byrjaði í Klaksvík leygardagin. Einasta broytingin í byrjunaruppstillingini er framd á høgra bakki, har Ása Stóra Carlsen í dag fær møguleikan frá byrjan. 

Føroyska liðið byrjar soleiðis: 

Óluva A. Joensen – Ása S. Carlsen, Birita Ryan, Rakul Johannesen, Tórunn H. Joensen – Mona Rasmusdóttir, Rúna Jacobsen, Sanna Svarvadal, Jensa Tórolvsdóttir, Heidi Sevdal – Julia Naomi Mortensen

Dysturin millum Føroyar og Andorra byrjar kl. 18.00, og hann verður vístur á Rás1 hjá Televarpinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder