Hesa vikuna verða teir síðstu dystirnir í Champions League-bólkaspælinum 2022/2023 spældir. Hetta er yvir ein mánaði fyrr enn vanligt; Champions League-skráin er tættari hesuferð orsakað av HM-endaspælinum í Katar, sum byrjar seinni í mánaðinum.
Í trimum av teimum fýra bólkunum, har síðsta umfar er í kvøld, er so at siga eingin spenningur. Í bólki B er spurningur um, tað verður Club Brügge ella FC Porto, ið vinnur bólkin, og um tað verður Atletico Madrid ella Bayer Leverkusen, ið fær Europa League-plássið.
Porto tekur ímóti Atletico Madrid, og Club Brügge tekur móti Bayer Leverkusen.
Hesi, sum spæla í kvøld, hava spælt seg víðari:
Bólkur A: Napoli (tryggjað 1. pláss), Liverpool - spæla móti hvørjum øðrum kl. 20.
Bólkur B: Club Brügge, FC Porto (kappast um 1.plássið í bólkinum)
Bólkur C: Bayern München (tryggjað 1. pláss), Inter Milan - spæla móti hvørjum øðrum kl. 20.
Ajax (bólkur A) og FC Barcelona (bólkur C) enda nummar trý og skulu harvið spæla í Europa League eftir jól.
Tað er háspenningur í bólki D. Tottenham og Sporting CP hava fyrimun undan seinasta umfarinum, har øll framvegis kappast um víðari luttøku. Tað sær truplast út hjá Marseille, ið skal vinna á Tottenham á heimavølli. Sporting kann koma víðari við javnleiki í Lissabon, tí liðið er betri innanhýsis enn Frankfurt. Týska liðið skal vinna - Tottenham kann standa seg við fótbólti.
Bólkur D:
Marseille - Tottenham
Sporting CP - Eintracht Frankfurt
Báðir dystirnir byrja klokkan 20
1. Tottenham 8 stig
2. Sporting CP 7 stig
3. Eintracht Frankfurt 7 stig
4. Marseille 5 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald