Fótbóltur

Bert trý føroysk lið í Evropa í 2021 - fyrstu ferð síðani 1995

Møguleikin at fáa fleiri stig reyk í gjárkvøldið, tá bæði KÍ og HB tapti 1-0, og harvið hava bert lið úr San Marino og Andorra staðið seg verri enn føroysk feløg í evropeiskum fótbólti seinastu fimm ári.

KÍ fall við æru ímóti Luzern, men hóast tvey sera góð avrik kom einki stig til høldar her til føroyskan fótbólt (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ fall við æru ímóti Luzern, men hóast tvey sera góð avrik kom einki stig til høldar her til føroyskan fótbólt (Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-02 19:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2020 verður ikki møguligt at tosa um topp-fýra á sama hátt í føroyskum fótbólti. Næsta ár verður kappingin um Evropa harðari, tí bert tvey pláss verða tøk: Eitt í Champions League og tvey í Europa League. Um steypavinnarin ikki endar í topp-trý, skal eitt lið heilt uppá 2. plássi fyri at fáa eitt evropeiskt pláss til 2021.

Síðani 1996 hava fýra føroysk lið havt evropeiska luttøku. Kappingarnar hava ikki altíð verið tær somu, sum vit hava luttikið í, men síðani 2009: Eitt lið í Champions League og trý í Europa League. Tað, at vit nú missa eitt pláss fyri fyrstu ferð í næstan 25 ár, er ein avleiðing av nøkrum misjøvunum úrsltium seinastu árini. Bæði í 2015 og 2016 fingu vit bert ein sigur og ein javnleik, og einki lið kom víðari. Síðani hevur gingið nakað betri; m.a hevur undanumfarið í Europa League givið fleiri stig. Tað er bara ikki nóg mikið.

Føroyar eru nú nummar 53 av teimum 55 UEFA londunum. Jákup Emil Hansen vísir á tølini, ið siga, at Føroyar fingu 1.125 koefficient-stig í ár, og frá 2015-2019 hava Føroyar 3.750 koefficient-stig. Úrslit fýra ár aftur  - fyri fimm ár telja - tá gerast skal, og nú eru vit komin undir nummar 50, ið er markið fyri at hava fýra lið ella trý lið. 

Alt yvirlitið hjá Bert Kassies kann síggjast her

Jákup Emil Hansen vísir á, at hetta merkir tó ikki, at Føroyar framyvir eru langt frá at enda nr. 50. Á listanum, ið verður nýttur til 2022 eru tað úrslitini frá 2016-2020, sum telja. Í løtuni er støðan á hesum listanum, frá nr. 49-53, hendan:

Nr. 49 - Wales 3.500 stig
Nr. 50 - Norðurírland 3.375 stig
Nr. 51 - Føroyar 3.375 stig
Nr. 52 - Montenegro 3.375 stig
Nr. 53 - Estland 3.375 stig

Keðiliga 2015-árið fellur burtur næsta ár. Fáa føroysk lið góð úrslit komandi ár, kann tað harvið verða, at vit longu í 2022 hava fýra lið aftur. Í ár spældu okkara lið 14 dystir, vunnu tveir og spældu fimm javnar. Serliga eru tað úrslitini ímóti norðurírsku liðunum - seks dystir, fýra tap og tveir javnleikir, ið eru til at irða seg um. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder