Fótbóltur

Besiktas-málverjin seldur til Fulham

Fabri varð seldur dagin áðrenn Besiktas møtir B36.

2018-07-26 12:12 Author image
Ari av Rana
placeholder

Besiktas boðaðið í gjár frá, at felagið hevur selt spanska málverjan Fabricio Agosto Ramírez til enska Premier League felagið Fulham. 30 ára gamli Fabri hevur skrivað undir trý ára sáttmála við felagið úr London.

Fabri skifti frá Deportivo La Coruna í Spania til Besiktas í 2016 og spældi 86 dystir fyri turkiska liðið, m.a. 11 Champions League dystir og 6 Europa League dystir.

Nú skal Fabri royna seg í Fulham, har hann verður vandur av málmansvenjaranum hjá Fulham, Jose Sambade Carreira, sum var málmansvenjari í Deportivo La Coruna, tá Fabri spældi har.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder