Fótbóltur

Besta hollendska deildin verður ikki spæld liðug

Forsetin í hollendska fótbóltssambandinum heldur, at sannlíkindini fyri at Premier League 2019/2020 verður avgreid, ikki eru góð.

Ajax og AZ Alkmaar vóru jøvn í stigum. Bæði manglaðu at spæla níggu dystir. Eingin meistari verður kosin (Mynd: EPA)

Ajax og AZ Alkmaar vóru jøvn í stigum. Bæði manglaðu at spæla níggu dystir. Eingin meistari verður kosin (Mynd: EPA)

2020-04-27 11:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjadagin fall avgerðin í Hollandi: Eredivisie verður ikki spæld liðug. Hetta gjørdist greitt, eftir at feløgini ikki kundu semjast um bestu loysnina, og fótbóltssambandið skar ígjøgnum.

Fyrst í hesum mánaðinum varð avgerð tikin um, at kappingarárið í Belgia var av. Club Brugge var greitt oddalið, tá kappingin støðgaði og varð kosið meistari. Tveir uppflytarar skulu verða og eingin niðurflytari.

Les eisini: Deildin í Belgia tann fyrsta sum er avblást

Í Hollandi er støðan øðrvísi. Eftir 25 dystir hvør høvdu Ajax og AZ Alkmaar 56 stig hvør. Eingin verður meistari í Hollandi fyri kappingarárið 2019/2020, og eingin upplytari ella niðurflytari verður.

Hetta seinna hevur skapt øsing í SC Cambuur, ið lá á odda í næstbestu deildini,

- Møguleikin í Onglandi er lítil

Fosetin í hollendska fótbóltssambandinum, Just Spee, sigur við bretska blaðið The Guardian, at hann ivast stórliga í, um Premier League verður spæld liðug.  

- Í Bretlandi vil mann halda fast í vónini, so leingi hon er har, men í veruleikan er møguleikin fyri, at Premier League verður spæld liðug, lítil. Tað skulu helst nógvar vikur til at avgreiða kappingina, og eg ivist í, um tað er nóg mikið av tíð. Tá vit síggja, at ymisk tiltøk viku fyri viku verða útsett, so er tað nokk ikki sannlíkt.

[object Object]
Just Spee á UEFA-fundi í Amsterdam 3. mars (Mynd: EPA)

Maðurin ið var við til at taka avgerðina í Hollandi fyri vikuskifti sigur, at stóra ósemjan sum tykist vera millum feløgini, kann samanlíknast við støðuna í Hollandi. Hann sigur tó, at støðan viðvíkjandi einum møguligum meistara, er øðrvísi, men at tað ikki burdi verið umráðandi nú: 

- Tað er ikki tað sama, tá Liverpool er so langt frammanfyri hini, men ein er noyddur til at hugsa, hvat tað er sum samfelagið fer ígjøgnum: Burdu við veruliga tosa um, hvør verður meistari í einari støðu sum hesari)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder