Fótbóltur

Bestu fótbóltsleikararnir verða kosnir í dag

Heimsins bestu leikarar hjá kvinnum og monnum verða avdúkaðir.

2018-08-30 16:05 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tá lutakast verður um bólkaspælið í Champions League í dag klokkan 17, verða eisini heimsins bestu fótbóltsleikarar kosnir.

UEFA hevur avdúkað hvørjir tríggir leikarar enn eru við í kappingini í at gerast heimsins besti leikari hjá monnum og kvinnum, og besti leikarar á hvørjum sínum plássi á vøllinum.

Teir tríggir, sum enn eru við í kappingini um at gerast heimsins besti leikari hjá monnum, eru Cristiano Ronaldo (Real Madrid og Portugal), Luka Modric (Real Madrid og Spania) og Mohamed Salah (Liverpool og Egyptaland).

Hjá kvinnunum er talan um Pernille Harder (Wolfsburg og Danmark), Ada Hegerberg (Lyon og Norra) og Amandine Henry (Portland Thorns/Lyon og Frakland).

Teir sum hava møguleika at vinna heiður sum tann besti á sínum plássi eru:

Málverjar: Allison Becker (Roma, nú Liverpool), Gianluigi Buffon (Juventus, nú PSG), Keylor Navas (Real Madrid)

Verjuleikarar: Marcelo (Real Madrid), Sergio Ramos (Real Madrid), Raphael Varane (Real Madrid)

Miðvallarar: Kevin De Bruyne (Manchester City), Toni Kroos (Real Madrid), Luka Modric (Real Madrid)

Áloyparar: Lionel Messi (Barcelona), Cristiano Ronaldo (Real Madrid), Mohamed Salah (Liverpool)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder