Hondbóltur

Bestu hondbóltsdeildirnar eita nú Okkara og SMS

P/F SMS er nýggjur deildarstuðul í bestu mans- og kvinnudeildini í hondbólti.

Mynd: HSF

Mynd: HSF

2018-09-03 16:31 Author image
Tíðindaskriv

Deildin hjá monnum eitur nú Okkara-deildin, meðan deildin hjá kvinnum eitur SMS-deildin.

– Vit vilja fegin stuðla føroyskum ítrótti. Stór menning er farin fram í hondbólti seinastu fáu árini, og vit vilja gjarna gera okkara til, at menningin kann halda fram. Vit hava tí valt at stuðla báðum deildum, og eg haldi, at Okkara- og SMS-deildin klingar væl, sigur Regin Dalsgaard, marknaðarstjóri í SMS-samtakinum.

Kappingarárið hjá Okkara- og SMS-deildini byrjar leygardagin 15. september.

Frá heimasíðuni hjá Hondbóltssambandinum

placeholder
placeholder