Fótbóltur

Betri-dystirnir verða sendir á Televarpinum

Avtala gjørd við øll feløgini í deildini uttan tað eina – helst er tað KÍ, sum ikki vil vera við.

Frá steypafinaluni í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Frá steypafinaluni í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-01-25 15:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá føroyska fótbóltskappingin fer í gongd seinni í vár, fer at bera til at uppliva nógvar av dystunum í sjónvarpinum.

Ein avtala er komin undir land millum Fótbóltssamband Føroya og Televarpið, sum fer at vísa dystir úr BetriDeildini. Avtalan verður undirskrivað fyrsta dagin.

Tað skrivar heimasíðan bolt.fo, sum hevur fingið tíðindini váttað frá Virgari Hvidbro, aðalskrivara í FSF.

Í fjør varð roynt at stroyma dystir í Betri Deildini, men avtalan varð merkt av ósemjum, sum endaði við, at einki varð víst stóran part av kappingarárinum.

Virgar Hvidbro sigur við bolt.fo, at avtala er gjørd við níggju feløg um at fara undireina skipan, har allir heimadystirnir hjá hesum feløgunum verða vístir í Televarpinum.

Ein dystur verður valdur út sum høvuðsdystur hvørt umfar. Til henda dystin verður gjørt eyka nógv burtur úr við frásøgufólkum og møguleika at vísa áhugaverdar støður umaftur.

Sambært avtaluni, verða summir dystir ókeypis, meðan aðrir koma at kosta. Ætlanin er eisini at vísa ein dyst úr bestu kvinnudeildini hvørt umfar.

Afturfyri hetta fáa feløgini eina peningaupphædd, alt eftir hvussu nógvir hyggjarar eru.

Hóast Virgar Hvidbro ikki vil vátta hvat felag tað, sum ikki er við í avtaluni, so skrivar bolt.fo at talan er um KÍ, tí KÍ er ikki bara felagið við nógv flestu heimaáskoðarum í Føroyum, men eisini felagið, sum higartil hevur sett seg í móti at teirra dystir verða stroymdir.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder