Vanliga er landskappingarfótbóltur ella steypafótbóltur í Føroyum skírisdag. Men orsakað av at landsliðssteðgur júst hevur verið, so verður eingin fótbóltur í dag.
Fremsta kvinnudeildin fór av bakkastokki í gjár, tá kvinnurnar hjá NSÍ vunnu 7-0 á Skála. Tveir aðrir dystir í 1. umfari eru á skránni leygardagin, og tann dagin er eisini fult umfar í næstbestu mansdeildini, umframt at 2. deild fer av bakkastokki.
2. páskadag rullar so bólturin aftur í Betrideildini hjá monnum. Fýra dystir í 3. umfari eru skránni 1. apríl. Tveir byrja klokkan 15 - í Klaksvík og í Gundadali - og klokkan 17 verður bríkslað í gongd á Skála og í Sarpugerði.
Seinasti dysturin í umfarinum verður spældir í Sørvági týskvøldið, tá EB/Streymur vitjar.
Keldur: Fótbóltssamband Føroya og FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald