Fótbóltur

Betuel heldur fram í barndómsfelagnum

25-ára gamli miðvallarin fer í 2023 at spæla í 1. deild. - Eg eri ógvuliga harmur um, at NSÍ flutti niður, og síggi tað sum mína skyldu at fáa okkum í toppin aftur. Hetta er eisini ein spennandi uppgáva, nú vit byggja eitt nýtt lið upp aftur, sigur Betuel Hansen við nsi.fo.

Betuel Hansen hevur skrivað tvey-ára sáttmála og vil harvið verða við at byggja upp aftur, nú NSÍ er flutt niður. Hetta fegnast tey stórliga um í felagnum (Mynd: Sverri Egholm)

Betuel Hansen hevur skrivað tvey-ára sáttmála og vil harvið verða við at byggja upp aftur, nú NSÍ er flutt niður. Hetta fegnast tey stórliga um í felagnum (Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-11 14:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit eru sera fegin um at staðfesta, at Betuel Hansen heldur fram í gulum næstu tvey árini.

Soleiðis skrivar NSÍ á heimasíðu sínari í dag.

Í síðstu viku varð kunngjørt, at stinni málverjin Kristian Joensen - ið varð í uppskoti til at gerast ársins málverji 2022 - hevur valt at venda aftur til barndómsfelagið, og stutt eftir tað komu sáttmálarnir við Búa Egilsson og Mórits Heina Mortensen uppá pláss. 

Nú hevur Betuel Hansen, ið áhugi hevur verið fyri aðrastaðni frá, eisini skrivað undir við NSÍ. Hann sigur við nsi.fo, at tað er nú, at "tað er nú, at vit skulu standa saman um NSÍ

- Talan er ikki bara um føgur orð, tá NSÍ-arar siga, at saman standa vit sterk. Vit hava seinastu dagarnar sæð, at fleiri profilar í føroysku kappingini hava skrivað sáttmála við NSÍ. Orsøkin er, at teir ynskja at luttaka í eini spennandi ætlan, har NSÍ skjótast møguligt skal aftur í toppin av føroyskum fótbólti.

[object Object]
Betuel saman við nýggja formanni felagsins, Karstini Joensen (Mynd: nsi.fo)

Soleiðis skrivar NSÍ og vísur síðani á, at Betuel Hansen telist, hóast hann einans er 25 ár, millum teir heilt royndu NSÍ-leikararnar.

- Hann hevur umboðað øll ungdómslandsliðini hjá Føroyum, spælt yrkisfótbólt uttanlands (ungdómsliðum hjá SIlkeborg. red.) og hartil hevur hann longu spælt 176 dystir fyri besta mansliðið hjá NSÍ. Tað er ein sannur fongur fyri NSÍ, at ein leikari við slíkum royndum tekur enn eitt tørn fyri NSÍ, nú brúk er fyri góðum kreftum til at byggja eitt nýtt lið upp. Tað er eingin ivi um, at Betuel er ein sentralur leikari í hesi ætlan.

Sentrali miðvallaurin hevur valt at halda fram í barndómsfelagnum - hann kennir ábyrgd á sær og vil verða við at byggja nakað upp:

- Eg eri ógvuliga harmur um, at NSÍ flutti niður, og síggi tað sum mína skyldu at fáa okkum í toppin aftur. Hetta er eisini ein spennandi uppgáva, nú vit byggja eitt nýtt lið upp aftur. Felagið er enn líka stórt, og eg skal gera mítt til, at vit enda í evropeiskum kappingum aftur skjótast møguligt.

Sáttmálain millum NSÍ og Betuel er galdandi fyri 2023 og 2024. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder