Fótbóltur

Kristian Joensen aftur í Runavík

Glyvramaðurin vendir aftur til røturnar og spælir næsta kappingarár í næstbestu deildini við NSÍ.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-11-03 19:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Komandi kappingarár verður Kristian Joensen aftur í gulum. Eftir drúgva útlegd, er 29 ára gamli málmaðurin av Glyvrum vendur heim aftur til røturnar. 

Hesum boðar felagið frá á heimasíðuni í kvøld.

– Vit skulu byggja upp. Tí mugu vit finna loysnir, sum vara fram í tíðina. Í Kristiani hava vit fingið ein leikara við drúgvum royndum. Tí kann hann vera ein av stuðulsleikarunum á NSÍ-liðnum fleiri ár fram í tíðina. Fyrsta stigið verður at koma aftur í bestu deildina, og eru vit tí sera fegin um, at Kristian vil vera við at byggja felagið upp aftur, sigur Karstin Joensen, formaður í NSÍ.

Kristian hevur í fleiri ár leikt við KÍ, til hann í ár skifti til EB/Streym, har hann hevur havt eitt sera gott kappingarár. Fleiri ferðir seinastu árini hevur Kristian Joensen eisini verið rundan um landsliðið. Næsta kappingarár verður hann aftur at síggja har, sum alt byrjaði.

Sáttmálin er galdandi í trý ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder