2019-11-01 15:29

22 ára gamli Betuel Hansen verður eisini komandi kappingarár partur av hópinum hjá NSÍ.
Betuel Hansen hevur altíð spælt við NSÍ, og so verður eisini komandi tíðina, upplýsir heimasíðan hjá NSÍ í dag.
Sambært Faroesoccer spældi Betuel Hansen 22 dystir á Betri-liðnum hjá NSÍ júst farna kappingarár. Hann er eisini skrásettur fyri 15 dystir á U21-landsliðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald