Barcelona hevur tvey tey seinastu árini vunnið spanska meistarheitið greitt, men katalanska stórfelagið kom illa frá byrjan, tá fyrsti dysturin í La Liga varð leiktur í gjárkvøldið.
Talan var um eina torføra uppgávu á pappírinum. Atletico Bilbao er sterkt á sínum heimavølli, og Barcelona fór eisini úr Baskaralandinum við ongum.
(Griezmann fekk ikki nakra góða debut
Lionel Messi var ikki tøkur hjá Barcelona, og Luiz Suarez noyddist út fyri steðgin við skaða. Hetta, serliga tað fyrra, hevði sína ávirkan. Antoine Griezmann fekk sína almennu debut fyri Barcelona, ið hevði bóltin væl meira, men heimaliðið var meira vandamikið við sínum umstillingum og Inaki Williams.
Avgerðin fall í 89. minutti, tá 38-ára gamli áleyparin, Aritz Adruiz ið júst var komin á vøllin fyri Williams, skoraði við frálíkum síðusaksasparki, sum Ter-Stegen ikki fekk fatur á.
(38-ára gamli Adruiz í akrobatiskum stíli - Mynd: EPA)
Frálík byrjan hjá Atletico Bilbao, meðan tey í Barcelona helst gleða seg nógv til, at Messi er við aftur.
Fótbóltur
Bilbao basti Barcelona
Tvífaldu meistararnir vóru uttan Messi í baskiska høvuðsstaðnum og byrjaðu kappingarárið við tapi.
Adruiz fagnaður av heimaáskoðarunum eftir frálíka sigursmálið í 89.minutti (Mynd: EPA)
2019-08-17 10:44
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald