Annað

Billard FM: Kanón finala í Fuglafirði í dag

Eftir innleiðandi umfarið í gjár er greitt, at tveir av landsins bestu spælarum, kunnu enda í sjálvari finaluni í dag.

Teir fýra finalistarnir í FM kappingini í billard, fv. Niels Nielsen, Páll Heri Nolsøe, Urbanus Olsen og Ólavur Kjølbro. Myndir Jan Müller

Teir fýra finalistarnir í FM kappingini í billard, fv. Niels Nielsen, Páll Heri Nolsøe, Urbanus Olsen og Ólavur Kjølbro. Myndir Jan Müller

2025-04-26 12:05 Author image
Jan Müller
placeholder

Teir hava gjørt tað aftur. Hava lagt allar aðrar billardspælarar í landinum aftur um seg. Páll Heri Nolsøe av Tvøroyri og Ólavur Kjølbro úr Klaksvík tryggjaðu sær í gjár pláss í finaluumfarinum í billard við at vinna allar sínar dystir. Í hølunum á teimum koma so Niels Nielsen úr Havn og Úrbanus Olsen úr Klaksvík, sum tóku hini bæði plássini í endaspælinum, sum fer fram í Fuglafirði í dag. Teir fýra spæla hálvfinalurnar fyrrapartin.  Eftir tað verður dysturin um triðja plássið og seinnapartin kl. 15.30 verður so sjálv finalan.

[object Object] [object Object]

Enn er so einki avgjørt, hvør verður FM meistari í 2025, men tølini tala fyri seg. Páll Heri, sum er Føroyameistari, fekk besta úrslitið í innleiðandi umfarinum við fullum stigatali og við einum meðal uppá nærum 37,50 eygu. Hann gjørdi so eisini ein serligan vørr, tá hann tók øll á bóli og skoraði 352 eygu í einum umfari. Hetta man vera met í Føroyum.

[object Object]Frá innleiðandi kappingini í gjár.

[object Object]

Ólavur hevur eisini fult stigatal við sær í finaluumfarið og 29,41 eygu í meðal. Ólavur varð føroyameistari í 2023.

Hinir báðir, sum vera við í endaspurtinum, eru Niels Nielsen og Urbanus Olsen, ið báðir fingu 4 stig. Urbanus hevði 26,73 eygu í meðal, meðan Niels hevði góð 24 eygu í meðal.

[object Object]

Tað má sigast, at Niels hevur  tikið seg nógv fram og finst nú  millum landsins bestu. Hann hevur eina ferð áður rokkið 2. plássi í staklingakapping. Urbanus hevur staðið seg sera væl í liðkappingini seinastu árini, og nú fáa vit so at síggja, hvussu teir báðir fara at klára seg móti risunum báðum, Páll Hera og Ólavi.

Nógv kann henda í einum dysti, og hóast spælari hevur nógv hægri meðaltal, so kann tað ganga galið, tá mest umræður. So vit skulu als ikki avskriva outsidararnar Niels og Urbanus, sum hava víst framúr gott spæl oftani.

Men okkara meting er, at tað verða Páll Heri og Ólavur, sum enda í enn eini avgerandi billardfinalu - við teirra støðuga, trygga og klóka spæli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder