Fótbóltur

Bjarni Petersen: - Størsti dysturin í mínari karrieru

Hóskvøldið vitjar Besiktas í Gundadali. Bjarni Petersen gleðir seg til stóru uppgávuna.

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-07-24 15:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í B36 er helst størsta og mest spennandi uppgáva í søgu felagsins fyri framman. Tað sum hetta kann sammetast við er uppgerðin í 2. undanumfarið í Champions League í 2006.

Tá kom B36 víðari í kappingini á fyrsta sinni, og møtti tá turkiska stórfelagnum, Fenerbache. Eins og tá, so hevur B36 vunnið sær rættin at leikt ímóti stórfelagi úr Istanbul. Talan er um Besiktas, ið B36 skal spæla ímóti í 2. undanumfarið í Evropa League.

Fyrst St Joseph’s av Gibraltar og síðani OFK Titograd Podgorcia úr Montenegro. B36 var favorittur í fyrru uppgerðini, men var tó nakað undirtippað til dystirnar móti Titograd. Men eftir 0-0 heima vann B36 2-1 í høvuðsstaðnum í Montenegro. Nú gleða tey í B36-leguni seg til at fá vitjan av Besiktas, og frøin yvir søguliga sigurin hóskvøldið merkist enn.

Ungi verjuleikarin Bjarni Petersen hevur spælt støðugt og væl seinastu tríggir dystirnar. Hann setur soleiðis orð á tað.

- Tað er heilt víst, at tað merkist framvegis ein stór gleði yvir úrslitið í Montenegro - minst líka stór gleði enn, og at man blívur meira og meira spentur til dystin hósdagin, fyri hvønn dag sum gongur.

- Eg upplivi, at fleiri fólk, ið man ikki kennir, steðga á fyri at heilsa uppá og ynskja til lukku við sigrinum og góða eydnu ímóti Besiktas. Hetta er ikki nakað, sum vanliga hendur. 

Tað er ein møtimikil uppgáva, ið Bjarni og liðfelagarnir nú síggja fram ímóti. 19-ára gamli miðverjin sigur, at hetta verður ein risa stór fótbóltsuppliving, og at B36 helst ikki kann spæla sítt vanliga spæl hóskvøldið í Gundadali.

- Fyrireikingarnar eru væl í gongd til dystin hósdagin, ið uttan iva er størsti dysturin, sum eg havi spælt higartil, og sum kanska verdur tann størsti nakrantíð í mínari fótbóltskarrieru. Til dystin hósdagin koma vit nokk ikki at spæla tað kenda “B36 spælið”, við høgum trýsti og við at hava bóltin nógv. Til tað er mótstøðuliðið ov sterkt. Í fyrireikingunum nýta vit millum annað tíð uppá, at vit mentalt skulu vera til reiðar til i truplu uppgávuna hósdagin.

Í fjør vann Besiktas sín bólk í Champions League; frammanfyri Monaco, RB Leipzig og Porto. Hetta er tískil nøkur stig upp í góðsku fyri B36. Møguleikin fyri at koma víðari er minimalur, men sambært Bjarna Petersen fara teir í B36, at gera alt teir eru mentir, og hann nevnir nakrar lyklar til dystirnar.

- Liðið vit spæla ímóti er styrkismett sum nummar 23 í evropa, og tí verður tað ein stór og torfør uppgáva. Vit vóna og fara at gera alt fyri at fáa eitt heiðurligt úrslit. Tað uppnáa vit við at vera disiplineraðir og tora at vera til staðar.

Fyrri dysturin millum B36 og Besiktas verður bríkslaður í gongd klokkan 19 á Ovara vølli í Gundadali.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder