Seinastu áríni hevur Bjarni Petersen sligið sítt navn fast sum ein av evnaríku ungu leikarunum í B36. 20-ára gamli verjuleikarin hevur sambært Faroe Soccer spælt 44 dystir í fremstu deildini. Hann var við til at spæla B36 víðari tvær ferðir í Evropa í ár, og hann byrjaði inni í steypafinaluni, ið B36 vann á HB.
Nú hevur Bjarni verið undir skurði á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
- Eg eri skurðviðgjørdur fyri liðbandi í fótinum, tí at eg í nøkur ár havi drigist við ein skaða har, og nú vil eg gjarna fáa tað í ordan aftur.
Bjarni sigur við portal.fo, at alt gekk væl við skurðviðgerðini. Trupulleikin var liðbandið í høgra fótið.
- Liðbandi er blivið strammað upp. Eg havi bekla fleiri ferðir seinastu áríni, og av tí er liðbandið blivið øgiliga leyst. Eg havi seinasta árið "tape’a" mær fótin inn til hvørja venjing og hvønn dyst. Tað ger, at eg ikki fái flutt fótin optimalt, men tað hevur so tryggjað at fóturin ikki kemur meira til skaða. Hetta er tó strævið í longdini, og tí vil eg bara fáa tað í ordan aftur.
Í farna kappingarárið spældi Bjarni Peteren 26 ferðir fyri besta liðið hjá B36. Hann var eisini fastur maður á U21-landslinum í farnu undankapping, har hann millum annað skoraði á heimavølli móti Póllandi, og hevði eisini liðskiparabandið um armin í løtum. Eftir at hann er sloppin av við høkjurnar og stóra fótin, ið verjir hansara liðbond, fer uppvenjingin í gongd, og Bjarni sær longu fram til at spæla fótbólt aftur.
- Uppvenjing verður við fysioterapeut’i sum hjálpir mær ígjøgnum uppvenjingina. Nu er ikki so langt siðani at fótbólturin endaði, men eg eri ómetaliga spentur til at sleppa orduliga í gongd aftur, og vóni at eg verði orduliga glaður fyri at eg fekk hetta ornað.
Bjarni sigur til endans, at hann væntar at fáa vant fótbólt aftur í februar, og at hann missir lítið og onki av kappingini.
- Vónandi, um alt gongur sum tað skal, sleppi eg út á vøllin at venja aftur um áleið tríggar mánaðir. Um alt gongur, sum eg vil, so verði eg uti á vøllinum og venji fult, nakrar vikur áðrenn kappingin byrjar, so eg vænti eg fái spælt við stutt inn í kappingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald