Fótbóltur

Bjartalíð bjargaði KÍ trý stig - persónlig mistøk kostaðu hjá TB

Við tíggju monnum megnaði TB at javna, men djúpt inni í yvirtíðini fekk KÍ brotsspark. Ársins leikari í fjør skoraði bæði málini hjá KÍ í nógva vindinum í Trongisvági.

Jóannes Bjartalíð skoraði við beinleiðis frísparki og við brotssparki við Stórá. Harvið hevur KÍ nú trý stig (Mynd: Bjartur Vest)

Jóannes Bjartalíð skoraði við beinleiðis frísparki og við brotssparki við Stórá. Harvið hevur KÍ nú trý stig (Mynd: Bjartur Vest)

2020-05-16 16:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Umstøðurnar at spæla fótbólt við Stóra í dag vóru ikki tær bestu. Vindurin var nógvur, og tí var tað nakað truplari at fáa skipað spæl. Tað sást eisini, at liðini ikki eru dystarskørp. Tey trý málini, ið komu í dystinum, komu øll uppá deyðbóltar.

KÍ hevði undanvind í 1. hálvleiki og tað allarmesta fyrsta korterið gekk fyri seg á TB-hálvuni. KÍ fekk nógvar deyðbóltar fyrstu løtuna, men teir sum lógu væl vórðu sum oftast beindir burtur av Ndende Adama Gueye. Fyrrverandi KÍ-leikarin var mitt í trý-mans verjuni hjá TB og spældi ein góðan dyst, og síðumaðurin til høgru, Musah Armah úr Ghana, hevði eisini nógvar góðar støður. Í løtum í 1. hálvleiki kom TB nakað longur fram á vøllin, men teir fáu málmøguleikarnir fyri steðgin áttu KÍ. Patrik Johannsen skeyt framvið við vinstra beinið, tá hann varð sendur væl avstað av Deni Pavlovic, sum í dag spældi í miðverjuni. Løtu seinni hevði Odmar Færø ein stútara eftir hornaspark, ið Frederik Mehder í TB-málinum helt.

[object Object]
Frederik Mehder kom í fokus á ymsan hátt í dag (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
KÍ vildi hava brotsspark, tá Ole Erik Midtskogen fór um koll, eftir at hann kom í nærdyst við John Villi Leo (Mynd: Bjartur Vest)

Dansi málverjin helt tó ikki frísparkinum, ið Jóannes Bjartalíð royndi seg við úr áleið 30 metrum. Skotið var við vindinum og hart. Tað kom tó mitt á danska málverjan, ið royndi at halda bóltinum, men sum ístaðin so at siga slóg bóltin inn í málið. 

[object Object]
Bjartalíð ger klárt...(Mynd: jn.fo)

[object Object]
Smekkar til við vindinum...(Mynd: Bjartur Vest)

[object Object]

Mehder megnar ikki at halda fast...(Mynd: jn.fo)

[object Object]

Og so kunnu Færø og Bjartalíð fegnast (Mynd: jn.fo)

Í 2. hálvleiki fekk KÍ rímiliga væl hildið fast upp á bóltin og í løtum hildið honum niðri í mótvindinum. Tó hevði útiliðið sera trupult við at koma til málmøguleikar áðrenn seinastu løtuna í dystinum. Eitt innlegg frá Bjartalíð úr høgru, ið var nær við at sigla í málið, var besta "royndin" fyrstu løtuna. TB kom í eina tveir ímóti einum støðu miðskeiðis í hálvleikinum. Ein góð umstilling sum kom í lag, eftir at Rógvi Joensen hegnisliga spældi bóltin víðari við hælinum til Samudeen Musah, ið fekk sett Deni av. Áleyparin úr Ghana setti ferð á móti brotsteignum hjá KÍ og hevði Mads Raben hinumegin, men Odmar Færø hevði perfekta time'ing í sínari takkling og fekk tikið sær av støðuni fyri KÍ.

Fyritreytirnar hjá TB gjørdust verri tjúgu minuttir fyri leiklok, tá vongbakkurin Sebastian Kroner av einari ella aðrari orsøk valdi at skumpa Patrik, uttan at bólturin var til staðar. Seinna gula kortið til danan. TB royndi tó framvegis at vera ágangandi í trýstinum, og Musah vann heimaliðnum eitt brotsspark stutt eftir reyða kortið. Hann jagstraði ein bólt, ið hann sjálvur snittaði víðari, og tá Deni Pavlovic skuldi sparka bóltin burtur úr KÍ-brotsteignum rakti hann Musah. Eiler Rasmussen var ivaleysur: Brotsspark. Tað rók Rógvi Joensen sær av, og miðvallarin javnaði, hóast Kristian Joensen fekk fingrarnar á. 

[object Object]
Eins og móti NSÍ fyri viku síðani skoraði Rògvi Joensen (Mynd: Sverri Egholm)

Nú varð lagt upp til KÍ-trýst og tað kom. Klaksvíkingar komu í nakrar sera góðar støður seinastu løtuna. Fyrst var góðska ikki á alveringini hjá Páll Klettskarð beint uttanfyri brotsteigin í sera góðari støðu. Síðani komu Boris Dosljak og Jonn Johannesen inn og vóru vandamiklir. Seks minuttir fyri leiklok gjørdist Boris fríur mitt inni í brotsteignum, men rakar bóltin sera væl. Í yvirtíðini kom Jonn sera væl upp til eitt gott innlegg frá Jóannes Kalsø Danielsen, men Frederik Mehder, ið lá í tríggjar minuttir í yvirtíðini fyri at fáa viðgerð fyri at hava fingið ein fót í høvdið, vardi fyri harða stútaranum. 

Tað líktist einum javnleiki, men av tí at TB-málverjin lá í nakrar minuttir, varð spælt í næstan 97 minuttir. Í seinasta minuttinum fluttti KÍ bóltin væl fram, Boris varð sendur innum verjuna, Rasmus Møller rann við á síðuna á honum inni, og valdi at toga í armin á kantspælaranum úr Montenegro sum fór um koll. Aftur var eingin ivi: Brotsspark. Tá KÍ hevur brotsspark er sjálvdan, at ivi er um útfallið, tí Jóannes Bjartalíð skýtur, og 10'arin var ísakaldur tá dysturin skuldi avgerast. Hann sendi málverjan skeivan veg og bóltin langt niður í málhornið. Tá bólturin varð givin upp, floytaði Eiler Rasmussen av.

Myndir: Myndir: TB - KÍ

Harvið slapp KÍ úr Trongisvági við trimum stigum. Aftur var tað javnt, tá liðini hittust har. Um ein vinnari skuldi verða, var tað KÍ, men TB stríddist sera væl, og var so nær við einum góðum stigi sum gjørligt. Føroyameistararnir eru á talvuni, og fáa sikkurt ein góðan túr norð eftir ein harðan dyst, har tvey vinstrabeinsskot frá Bjartalíð gjørdu munin, og stór persónlig mistøk hjá TB-dønum kostaði fyri aldursforsetanum, ið framvegis einki stig hevur.

TB - KÍ 1-2 (0-1)
28' Jóannes Bjartalíð 0-1
78' Rógvi Joensen br. 1-1
90 (+6) Jóannes Bjartalíð 1-2

Reytt kort: Sebastian Kroner (seinna gula - 71') 

Eftir seinasta bríksl fekk Micheal Winther, høvuðsvenjari hjá TB, reytt kort fyri at brúka seg.

TB (5-2-1-2): Frederik Mehder – Jens Erik Bruun, Musah Armah, Ndende Adama Gueye, Rasmus Møller, Sebastian Kroner – John Villi Wøldike Leo, Dánjal Godtfred – Rógvi Joensen – Mads Raben (71' Einar Thorsteinsson), Samudeen Musah (83' Nikolei Johannesen)

KÍ (4-4-2): Kristian Joensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen – Jóannes Bjartalíð, Alessio Hyseni (83' Boris Dosljak), Jákup Biskopstø Andreasen (L), Patrik Johannesen  –  Ole Erik Midtskogen,  Páll Andrasson Klettskarð (83' Jonn Johannessen )

Í morgin: 

Sunnudagin 17.05
15.00: 
B36 - AB
ÍF - HB
Víkingur - Skála

17.00:
EB/Streymur - NSÍ







placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder