Fótbóltur

Bjartalíð skoraði aftur - Fredrikstad tók stórt fet móti uppflyting

Brandur Hendriksson spældi 75 minuttir fyri liðið hjá Mikkjali Thomassen í oddadystinum og sigrinum. Noah Mneney og Gullbrandur Øregaard vunnu eisini í kvøld.

Bjartalíð skoraði til 2-0 í 2-1 sigrinum á útivølli móti Kongsvinger (Mynd: Fredrikstad/Lemos Media)

Bjartalíð skoraði til 2-0 í 2-1 sigrinum á útivølli móti Kongsvinger (Mynd: Fredrikstad/Lemos Media)

2023-08-23 19:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

20. umfar í næstbestu norsku deildini, OBOS-deildini, var á skránni í kvøld. Talan var um veruligan oddadyst í Kongsvinger, har liðið hjá Mikkjali Thomassen dró longra stráðið.

Málleyst var í steðginum, men eftir tíggju minuttir í 2. hálvleiki var longu 0-2. Fyrst skoraði kanadiumaðurin Patrick Metcalfe, og í 56. minutti var tað Jóannes Bjartalíð, ið var á rætta staðnum eftir upplegg frá hinum málskjúttanum og avgreiddi væl og flott við "kalda" beininum: 

- Bjartalid sender FFK opp i 0-2! Metcalfe slår et lavt innlegg til Bjartalid som er helt alene i boksen. Spissen bredsider ballen med høyre fot i lengste hjørnet. Klassescoring!

Soleiðis lýsir norska TV2 støðuna og málið. Arbeitt verður við at fáa sjónband av málinum, sum var tað fjórða í fimm dystum eftir summarsteðgin hjá 27-ára gamla landsliðsspælaranum úr Klaksvík.

[object Object]
Fredrikstad-spælarar, millum annað Jóannes Bjartalíð, stórfegnast eftir 1-0 málið (Mynd: Fredrikstad/Lemos Media)

Fredrikstad hevði yvirvág og eisini møguleikar at økja, men móti endanum kom Kongsvinger við. Heimaliðið minkaði um munin, tá tíggju minuttir vóru eftir og royndi síðani at leggja trýstið. Bólturin rakti stongina hjá Fredrikstad í yvirtíðini, men nærri kom Kongsvinger ikki.

Gestirnir vunnu oddadystin 2-1 og eru nú trý stig frammanfyri júst Kongsvinger. Tvey lið fara beinleiðis upp, og av tí at KFUM Oslo tapti á heimavølli fyri Hødd í kvøld, hevur føroyingafelagið nú sjey stig niður til strikuna. Tíggju umfør eru eftir. Brandur Hendriksson spældi í kvøld 75 minuttir, og er hetta ógvuliga jaligt. 

U21-landsliðsmiðvallarar sigraðu

Samanumtikið varð talan um stórt føroyskt kvøld í OBOS-deildini. 

Sandnes Ulf vann torføra útidystin í Kristiansund, har Gullbrandur í Horni Øregaard sjeynda dystin á rað spældi allar 90 minuttirnar. Liðið við føroyska U21-landsliðsspælaranum liggur nú á 9. plássi - væl frá niðurflytingarstrikuni

Liðfelagin Noah Mneney varð innskiftur, tá eitt korter var eftir, tá Bryne vann lykladyst á Moss á heimavølli. Støðan var 2-0, og tað endaði 3-1. Noah hevur ikki spælt meira enn ein hálvleik í longri tíð, men sigurin sendir unga miðvallaran og liðfelagarnar longur vekk frá niðurflytingarstrikuni - nú átta stig. 

Støðan sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder