Fótbóltur

Bjartalíð skoraði bæði málini og avgjørdi fyri Fredrikstad

Klaksvíkingurin gjørdist hetjan, tá liðið hjá Mikkjali Thomassen í kvøld legði seg á odda í OBOS-deildini. Jóannes stútaði bóltin í málið til 2-1 í 93. minutti.

Mikkjal Thomassen kundi fegnast, eftir Bjartalíð avgjørdi í yvirtíðini, og Fredrikstad byrjaði væl eftir summarsteðgin. Brandur Hendriksson spældi fyrsta tíman (Mynd: Bjarni Enghamar)

Mikkjal Thomassen kundi fegnast, eftir Bjartalíð avgjørdi í yvirtíðini, og Fredrikstad byrjaði væl eftir summarsteðgin. Brandur Hendriksson spældi fyrsta tíman (Mynd: Bjarni Enghamar)

2023-08-04 22:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan er um eina heilt góða viku hjá klaksvíkingum. KÍ framdi bragdið í Göteborg og spældi seg harvið víðari í Champions League, umframt tryggjaði sær pláss í evropeiskum bólkaspæli, Summer Festivalur er, og Jóannes Bjartalíð skoraði í kvøld tvey flott mál.

Sí eisini: 
Allar myndirnar úr Göteborg
Myndir: Stórfingin móttøka í Klaksvík
Video: Bjartalíð og Klettskarð vóru púra paff

26-ára gamli klaksvíkingurin var millum áskoðarnir í Svøríki mikukvøldið. Tað var Mikkjal Thomassen, og í kvøld gjørdu teir nakað, sum teir ofta hava gjørt saman fyrr: Vunnu

Fredrikstad legði í kvøld út eftir summarsteðgin við at vitja á útivølli móti botnliðnum Skeid í Oslo. Bjartalíð og Brandur Hendriksson byrjaðu báðir inni, og eftir tjúgu minuttir kom bólturin út til hann eftir hornaspark. Nummar 14 hjá Fredrikstad hálvfluktaði við vinstra fótinum, staddur til vinstru stutt inni í brotsteignum, og bólturin endaði heilt uppi í málhorninum. 

[object Object]
Bjartalíð (nr. 14) fagnaður eftir flotta hálvfluktara 

[object Object]
Hann, Brandur og hinir hingu tó kanska eitt sindur í høvdinum í steðginum

Skeid svaraði aftur eftir flott málið, so at tað í steðginum var 0-0. Hendan støðan helt sær til 93. minutt. Fredrikstad hevði stóra leikliga yvirvág, men hol kom ikki á aftur, fyrrenn gott innlegg kom úr vinstru, ið Jóannes Bjartalíð møtti við høvdinum og nógvari ferð. Málverjin megnaði ikki at fáa fatur á harða stútaranum, og so var fagnaður á Fredrikstad-fjepparum aftanfyri málið

- Tað var ein heilt fantastisk kensla, og eg eri heldur tómur fyri orð beint nú.

Hetta segði Bjartalíð við VG í Oslo í kvøld. Stóri norski miðilin nevndi eisini "føroysku viðgongdina", og í kvøld varð álopskendi klaksvíkingurin hetjan. Við hansara málum eru hann, Mikkjal Thomassen og Brandur Hendriksson Olsen, ið spældi ein tíma í kvøld, partur av fyribils oddaliðnum í næstbestu norsku deildini. Nú seinna hálva júst er byrjað, hevur Fredrikstad 32 stig fyri 16 dystir. Bert átta mál eru farin inn.

Tíverri hava vit ikki enn samlaðar upptøkur, ella upptøkur við góðsku, av málunum hjá landsliðsspælaranum. 

[object Object]
Jóannes Bjartalíð saman við gamla makkaranum Páll Klettskarð í Göteborg mikukvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder