Fótbóltur

Bjarti vendir aftur til HB

23-ára gamli málverjin spældi við B36 í fjør men skal nú kappast við lettiska Reinis Reinholds um at vera fyrstaval hjá HB.

2025-02-26 13:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðsta vetur skifti hann úr HB til B36, har hann skuldi vera fyrstimálverji. Tað var hann eisini fyrstu mánaðirnar, men í einum tíðarskeiðið har tað gekk illa hjá B36, varð Bjarti Vitalis Mørk settur á bonkin, og restina av árinum var Silas Eyðsteinsson fyrstaval.

Bjarti hevði sáttmála við B36 fyri 2025 eisini, men nú er hesin sáttmálin strikaður. Í gjár gjørdist endaliga greitt, at 23-ára gamli málverjin skiftur yvir í hitt húsið í Gundadali aftur.

HB bjóðaði honum væl afturkomnan á Facebook-síðuni. Talan er um spælara, sum var í HB í árunum 2015 til og við 2023. Evnini vóru eyðsæð, tá hann sum blaðungur fór at venja við besta liðnum.

[object Object]Aftur í HB (Mynd: hb.fo/RS Media)

[object Object]
Bjarti til A-landsliðsvenjing í Albania. Hann hevur framvegis sín fyrsta A-landsdyst til góðar men hevur verið við sum triðjumálverji nakrar ferðir (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Har hevur Bjarti Mørk staðið í læru hjá Teiti Gestsson og sitið nógv sum eykamálverji hjá nú givna fyrrverandi landsliðsmálverjanum. Bjarti hevur tó sjálvur eina rúgvu av U-landsdystum, hevur verið við A-landsiðnum og avloysti Teit í løtum; millum annað til nakrar evropeiskar dystir.

Nú skal Bjarti Vitalis Mørk taka kappingina við Reinis Reinholds upp. HB heintaði lettiska málverjan síðst í januar.

[object Object]
Reinis Reinholds (Mynd: hb.fo/RS Media)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder