2023-07-26 14:04
Fyrr var vanligt at spæla bridge á ólavsøku. Tann siðin er ætlanin at taka uppaftur. Ikki á sjálvari ólavsøkuni, men dagin eftir, sunnudagin 30.juni klokkan 16, bjóðar Bridgehúsið í Havn til opna parakapping.
Spæld verða okkurt um 30 spøl, alt eftir hvussu nógv tekna seg. Áheitanin hjá Bridgehúsinum ljóðar soleiðis: Verið vælkomin, ringið til gamla bridgemakkaran og bið hana ella hann um at koma við aftur. Kanska onkur sum enn ikki hevur verið í nýggja Bridgehúsinum, har er gott at vera og mann fær næstan bara góð kort.
Neyðugt er við tilmelding. Nærri fæst at vita á Facebooksíðuni Bridge í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald