Fótbóltur

Blá og reyð-svørt finala

Við samlaðum 6-1 sigri á 07 Vestur og 7-1 sigri á Víkingi hava HB og KÍ tryggjað sær pláss í finaluni um Løgmanssteypið hjá kvinnum.

Eins og í fjør, verður ársins steypafinala hjá kvinnum millum HB og KÍ (Mynd: Jóhanna Thomsen)

Eins og í fjør, verður ársins steypafinala hjá kvinnum millum HB og KÍ (Mynd: Jóhanna Thomsen)

2026-09-02 22:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: Søgan endurtekur seg í steypakappingini hjá kvinnum. Tí eins og í fjør, verða tað HB og KÍ, sum fara at stríðast um Løgmanssteypið,  liðini hittast í finaluni, sum verður á Tórsvølli leygardagin 19. septembur klokkan 18:30.

Týskvøldið var seinna hálvfinalan millum HB og 07 Vestur á skránni. HB vann fyrru hálvfinaluna 3-0, og aftur týskvøldið vóru tær reyð-svørtu omaná. Úrslitið gjørdist 3-1 til HB, sum sostatt vann 6-1 samanlagt.

Í hinari hálvfinaluni møttust KÍ og Víkingur, og hóast tað eina løtu í seinni hálvfinaluni – sum varð spæld mikukvøldið – var spenningur um samlaða úrslitið, so endaði tað kortini við stórsigri til KÍ.

Fyrra hálvfinalan endaði 1-0 til tær kongabláu, og mikukvøldið vann KÍ ein sannførandi 6-1 sigur í Sarpugerði í Norðragøtu.

Í minnu steypakappingini hjá kvinnum hava Skála og B36 spælt seg í finaluna. Skála vann samanlagt 8-1 á ÍF, meðan B36 vann samanlagt 9-3 á FC Suðuroy. Finalan verður á Tórsvølli mikukvøldið 16. septembur klokkan 19.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder