Fjepparafelagið hjá KÍ ætlar, at Tórsvøllur skal vera bláur hóskvøldið. Tá fer KÍ at spæla seinna dystin móti meistarunum úr Kosovo, FC Ballkani. Sambært Bláu Bylgjuni er hetta ársins dystur.
- Bláa Bylgjan spennir seg út og ætlar at skapa tann góða Evropastemningin sum vit sóu til Bodø/Glimt og Sutjeska dystirnar á heimavølli. Vit heita á KÍ-viðhaldsfólk um at møta mannsterk til dystin, so vit fáa fylt ein part av Tórsvølli, so teir bláu merkja uppbakning, sigur fjepparafelagið.
- Bláa Bylgjan fer at skipa fyri bussferð, so eingin noyðist at sita eftir vegna manglandi fart, verður sagt. Meira kunning kemur um hetta seinni.
Fyrri dysturin endaði 3-2 til FC Ballkani, og tí er alt opið undan seinna dystinum. Tað sá annars einki út, tí KÍ vóru aftanfyri 3-0 til góðir 20 minuttir vóru eftir av dystinum. Men Páll Andrasson Klettskarð syrgdi við tveimum málum fyri at halda spenninginum til seinna dystinum.
Vinnarin av dystinum kemur til playoff, sum er síðsta umfar áðrenn bólkaspælið í Europa Conference League.
Dysturin verður á Tórsvølli hóskvøldið klokkan 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald