Fótbóltur

Bláa Skýlið verður til reiðar at taka í nýtslu 11. juni

Í summar verða teir fyrstu evropeisku dystirnir leiktir við Djúpumýrar. Klaksvíkar kommuna og arbeiðstakararnir hava í vikuni undirskrivað eina avtalu um dagfestingina, og komandi tíðina skal arbeiðast við innbúgvi, setrum og øðrum fyri at gera nýggja skýlið liðugt.

Borgarstjórin saman við arbeiðstakarunum ið komandi fýra mánaðirnar skulu gera arbeiði liðugt (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Borgarstjórin saman við arbeiðstakarunum ið komandi fýra mánaðirnar skulu gera arbeiði liðugt (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2020-02-08 16:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað mest umráðandi punktið í strembanini hjá klaksvíkingum um at kunna hýsa ymiskum altjóða dystum er Bláa Skýlið. Tað hevur leingi verið í stoypiskeiðini, og um fýra mánaðir skal tað standa heilt liðugt.

Í gjár skrivaðu Klaksvíkar kommuna og arbeiðstakararnir undir avtalu. Har bundu partarnir seg til, at skýlið skal vera klárt at taka í nýtslu 11. juni. Tá verður tað eftir ætlan handað kommununi.

Tað eru ikki bert nógv eyka áskoðarapláss, ið vera tøk. Tað eru góð og nýmótans skiftingarrúm, venjarahøli, dómarahøli, skrivstovuhøli og aðrar umstøður, ið fara at lúka altjóða krøv, sum vera tøk har.

Skýlið er staðsett undir liðuni á KÍ-høllini (eystanfyri), og nú skal arbeiðast við innbúgvi, setrum og øðrum í samband við liðugtgerð av sjálvum skýlinum. Klaksvíkar kommuna skrivar, at arbeiðið fer at betra umstøðurnar á stadionøkinum við Djúpumýru munandi - bæði á og uttanfyri vøllin verða tær lyftar upp á altjóða støðið.

Besta mansliðið hjá KÍ skal í summar spæla minst tveir evorpeiskar heimadystir, og í løtuni sær ikki út til, at tað verður nakar ivi um, at teir verða leiktir í Klaksvík.
Fyrsti dystur hjá KÍ í evropeiskum høpi er um miðjan juli. 

Verkætlanin verður fíggjað í samstarvi millum Klaksvíkar kommunu, Fótbóltssamband Føroya og evropeisku fótbóltssamgonguna UEFA

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder