Hondbóltur

Blakaðu stóra leiðslu fyri borð - men stríddu seg til í stig seinastu sekundunum

Føroyar og Sveis spældu hádramatiskan javnleik frammanfyri yvir 6.000 villum áskoðarum. Nærum tólv minuttir uttan at skora, kostaðu Føroyum søguligan sigur, meðan stríðsvilji og ávíst yvirskot tryggjaðu stig.

2026-01-16 21:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska manslandsliðið vísti bæði nakað av tí besta og nakað av tí ringasta, sum liðið kann raka.

Á odda 15-13 í steðginum eftir flott yvirtalsspæl og frálíkt verjuspæl í nógvar av seinastu minuttunum av 1. hálvleiki. Serliga Óli Mittún í álopinum og Vilhelm Poulsen í verjuni vístu seg ógvuliga væl fram.

Eftir fyrstu seks minuttirnar í seinna hálvleiki var 19-13. Alt eydnaðist hjá Føroyum og Sveis - men so vendi alt.

Eftir 48 minuttir var 19-21. Tey átta málini á rað til Sveis boðaðu frá, at Føroyar fullu saman.

Tað gjørdi liðið eisini - áðrenn tað fekk savnað seg. Hetta millum annað takkað verið einari fantastiskari áskoðarafjøld, men sanniliga eisini nøkrum flottum álopum (tvíføldum flúgvara við øðrum).

Liðini skiftust um at skora eina løtu, men Sveis lá við lítlari yvirvág. Tá 40 sekund vóru eftir bjargaði vælspælandi Nikola Portner (13 bjargingar), eftir at Elias á Skipagøtu kom ígjøgnum - dagsins spælari og toppskjúttin burdi fingið okkurt, men turkisku dómararnir lótu ikki við seg koma, sum í fleiri øðrum støðum.

Pauli Jacobsen hevði ikki fingið fatur á nøkrum serligum síðani fyrstu løtuna eftir steðgin, men tá mest stóð á steðgaði føroyski liðformaðurin Manuel Zehnder, sum gav føroyingum so nógv høvuðbrýggj. Hetta við stórbjarging - sum var stigbjargandi (nummar átta samanlagt hjá Paulia).

Føroyar høvdu beint yvir tíggju sekund at javna í. Talan gjørdist als ikki um ein stóran møguleika, men Vilhelm Poulsen vísti stóran vilja og eisini skotevni, tá høgri bakkurin fór ígjøgnum.

28-28, stórt drama - so er EM byrjað. 

EM-endaspælið, bólkur D
1. umfar, 16. januar - Unity leikhøllin
Føroyar - Kekkia 28-28 (15-13)

Toppskjútti og dagsins spælari: 
Elias Ellefsen á Skipagøtu (9 mál)

Fleiri tøl her

Eitt mist føroyskt stig á ymsan hátt, tí tann langa keðiliga løtan kostaði søguligan sigur. 

At enda varð tað eisini ett stig vunnið, og tað gevur Føroyum framvegis fínan møguleika at koma víðari úr bólkinum.

Meira seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder