- Eftir 3. hálvfinaluna í Høllini á Hálsi millum Neistan og Kyndil, var blóðið nakað heitt hjá ávísum leikarum og áskoðarum, og hetta hevði við sær heldur negativan atburð og útsagnir, skrivar Hondbóltssamband Føroya.
- HSF vil minna á, at tað er ein felags ábyrgd hjá okkum øllum, sum varða av hondbóltinum og luttaka í hondbóltsdystum, tað verið seg bæði sum leikari, áskoðari, ábyrgdarfólk ella dómari, at arbeiða fyri, at allir dystir verða avgreiddir í besta ítróttaranda.
- Leikarar og leiðarar í fremstu deildunum eru fyrimyndir hjá okkara yngru, sum elska at koma í hallirnar at spæla og hyggja eftir hondbólti.
- Tað skal finnast ein vinnari og harvið eisini ein tapari í avgerðandi dystum, men saman eru vit øll góð við hondbóltin, og vit hava øll ábyrgd at tryggja, at allir dystir verða avgreiddir virðiliga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald