Fótbóltur

Boateng gjørt sáttmála við Barcelona

Barcelona lænir áleyparan til endan av kappingarárinum.

Kevin Prince Boateng

Kevin Prince Boateng

2019-01-22 16:31 Author image
Ari av Rana
placeholder

Stóra katalanska felagið Barcelona hevur gjørt leigusáttmála við Kevin-Prince Boateng. Boateng skal spæla í Spania til endan av kappingarárinum.

Tað munnu verða fá sum høvdu væntað, at Barcelona fór at fáa sær Kevin-Prince Boateng, men í gjár varð váttað, at leikarin skiftir frá Sassuolo í Italia til sponsku meistararnar.

Barcelona rindar Sassuolo 1 millión evrur fyri at læna 31 ára gamla Boateng, og spanska felagið hevur møguleika fyri at keypa leikaran fyri 8 milliónir evrur í summar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder