Hans Lindberg fingið ein minni skaða, og nú hevur danska landsliðsvenjarin í hondbólti, Nikolaj Jacobsen, sent boð eftir Jóhan á Plógv Hansen, sum dagliga spælir við felagnum Bjerringbro-Silkeborg.
Danska landsliðið skal spæla tveir venjingardystir móti Ungarn undan HM, sum verður leikt í Danmark í næstu viku.
- Vit seta einki í váða við Hans Lindberg, og tí verður Jóhan á Plógv við tað, ið er eftir av vikuni. Síðani taka vit støðu til hvat skal henda víðari, sigur Nikolaj Jacobsen, landsliðsvenjari í tíðindaskrivi frá danska hondbóltssambandinum DHF.
24 ára gamli Jóhan á Plógv er longu møttur upp í donsku landsliðsleguni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald