Fótbóltur

Boð send eftir Honnu og Mariu

19 ára gomlu Hanna Lamhauge Jacobsen úr B36 og Maria á Lakjuni eru boðsendar til landsdystin móti Wales tann 22. oktober.

Maria á Lakjuni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Maria á Lakjuni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-10-13 00:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógvar broytingar hava verið í hópinum hjá A-landsliðnum við kvinnum í hesari undankappingini, og tað hevur givið nógvum ungum leikarum møguleikan.

Til útidystin móti Wales hava Julia Naomi Mortensen og Unn Hvidbro givið avboð, og tí hevur John Petersen, landsliðsvenjari nú sent boð eftir Honnu Lamhauge Jacobsen úr B36 og Mariu á Lakjuni úr ÍVB. 

[object Object]Hanna Lamhauge Jacobsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hanna og Maria eru báðar 19 ára gamlar og hava umboðað Føroyar á U19 landsliðnum, og hetta er fyrsta A-landsliðsúttøkan hjá teimum báðum. 

Hópurin móti Wales er hesin: 

Óluvá Allansdóttir Joensen, KÍ

Valborg Østerø, B36

Monika Biskopstø, AaB (DK)

Birita Ryan, KÍ

Marita á Fríðriksmørk, ÍVB

Elisabeth Vang, B36

Sanna Svarvadal, KÍ

Sarita Maria Mittfoss, HB

Margunn Lindholm, NSÍ

Ásla Johannesen, FC Nordsjælland (DK)

Kára Djurhuus, HB

Olga Kristina Hansen, B36

Evy á Lakjuni, KÍ

Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, ÍVB

Mona Rasmusdóttir, ÍVB

Sara Samson Lamhauge, HB

Jacoba Langgaard, ÍVB

Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála

Heidi Sevdal, NSÍ

Hanna Lamhauge Jacobsen, B36

Maria á Lakjuni, ÍVB

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder