Norska meistaraliðið Bodø/Glimt, sum skal spæla Champions League-dyst móti KÍ í annaðkvøld, hevur trupulleikar at koma til landið. Mjørkin argar, og tað nýggjasta er, at ein roynd verður gjørd í morgin fyrrapartin.
UEFA-reglugerðin sigur annars, at Glimt skal vera komið til landið eitt samdøgur undan dyst, men sambært VG, eru reglurnar ikki eins strangdar orsakað av veðrinum.
- Tá støðan er sum hon er, og øll ynskja, at dysturin verður leiktur, kunnu vit í ringasta føri lenda ein tíma áðrenn dyst og kortini spæla, sigur Niklas Aune, samskifitsfólk hjá Bodø/Glimt við norska miðilin VG.
Skal helst vera í annaðkvøld
Í Klaksvík ynskja tey at avgreiða dystin í annaðkvøld.
- Okkara “setup” er gjørt til í annaðkvøld. Vit hava eini 100 fólk, sum koma at hjálpa okkum ókeypis at rigga til, standa vakt og so framvegis, og tí kunnu vit ikki bara flyta dystin til ein annan dag, segði Tummas Lervig, formaður í KÍ, við útvarpið í kvøld.
- Vit halda okkum til ásetta tíðspunktið í annaðkvøld klokkan 19, men vit vilja finna loysnir, og vilja ikki gera tað trupult fyri teir, sigur Tummas Lervig.
Hann greiðir frá, at møguleiki er at útseta dystin ein tíma ella tveir, um tørvur er á tí.
Í samskiftinum við Bodø/Glimt, hevur verið gjørt greitt, at veðrið í Føroyum kann órógva. Eftir øllum at døma, hevur felagið norðaliga í Norra ikki tikið hetta í nóg stórum álvara.
- Eg skilji ikki, at teir ikki hava tikið tað meira í álvara at koma til Føroya. Teir vita um summartokuna í Føroyum, og tað hava teir fingið at vita frá fyrstu løtu, vit byrjaðu at samskifta. So tað er einki nýtt fyri Bodø/Glimt, staðfestir Tummas Lervig.
Eftir ætlan verður dysturin við Djúpumýru millum KÍ og Bodø/Glimt bríkslaður í gongd klokkan 19 í annaðkvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald