Hann hevur spælt 106 dystir í fremstu føroysku røð - 91 av teimum við ÍF. Í 2011 spældi 18-ára gamli Bogi Reinert Petersen við HB, og nú hevur hann fyri aðru ferð skrivað undir sáttmála við Víking.
Eftir ein steðg frá fótbóltinum í nakrar mánaðir byrjaði fuglfirðingurin aftur í summar. Tað var við Vìkingi, ið hann spældi 10 dystir fyri í Betrideildini, har hann skoraði tvey mál, umframt at hann spældi í steypafinaluni.
Heðin Hansen er skiftur til HB í vetur, so fyri Víking er tað umráðandi at fáa sáttmálan við Boga í hús. Hann varð kunngjørdur í gjárkvøldið. Talan er um ein eitt-ára sáttmála, ið Víkingur og Bogi hava skrivað undir uppá.
Tøl: FaroeSoccer
Fótbóltur
Bogi er eisini Víkingur í 2020
26-ára gamli miðvallarin úr Fuglafirði kom til Sarpugerði í summarsteðginum í fjør og hevur nú skrivað undir ein nýggjan sáttmála.
Bogi Reinert Petersen her í steypafinaluni í september (Mynd: Bjarni Enghamar)
2020-01-10 09:38
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald