Hondbóltur

Bogi fer nú at spæla við FIF

22-ára gamli høgri vongurin úr Hoyvík gerst fjórði føroyingur í felagnum í næstbestu donsku deildini: Legst afturat Jónasi Gunnarsson Djurhuus, Janusi Dam Djurhuus og Leivi Mortensen.

Bogi Hansen vann aftur FM við H71 síðsta kappingarár, har nummar 71 eisini varð besti høgri bakkur í Føroyum. Nú fer hann aftur út á vonginum at spæla sum útgangspunkt, og verður tað í donskum hondbólti. Bogi skal eisini undir lesnað í Danmark (Mynd: Sverri Egholm)

Bogi Hansen vann aftur FM við H71 síðsta kappingarár, har nummar 71 eisini varð besti høgri bakkur í Føroyum. Nú fer hann aftur út á vonginum at spæla sum útgangspunkt, og verður tað í donskum hondbólti. Bogi skal eisini undir lesnað í Danmark (Mynd: Sverri Egholm)

2024-08-02 11:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevur vunnið nógv steyp við barndómsfelagnum seinastu árini, og síðsta kappingarár spældi Bogi Hansen stóran leiklut sum høgri bakkur hjá ungu føroyameistarunum úr H71 - eisini var hoyvíkingurin á ársins liði.

Bogi hevur annars altíð verið vongur. Tað er har, hann hevur spælt á ungdómslandsliðnum - er partur av sterka 2002-árganginum - og tað er har, at lámi spælarin fer at spæla fyri felagið av Frederiksberg.

[object Object]
Bogi Hansen til U21 HM í fjør. Hann hevur verið við til at spæla tvey endaspøl, vunnið European Championship og European Open við 2002-árganginum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

FIF er eitt "føroyingafelag" í næstbestu donsku deildini. Har spæla Jónas Gunnarsson Djurhuus, Janus Dam Djurhuus og Leivur Mortensen. FIF endaði mitt á stigatalvuni síðsta kappingarár og hevur gjørt ein vørr í donsku steypakappingini í 2024. Bogi Hansen hevur vant við liðnum ein part av summarinum.

Bogi flytur fyrst og fremst til Danmarkar í lestrarørindum, men 22-ára gamli hoyvíkingurin skal nú eisini royna sítt hondbóltsflog í danska høvuðsstaðnum. Hann hevur áður verið partur av bruttohópinum hjá A-landsliðnum.

Talan er ikki um eitt skiftið, sum FIF Håndbold hevur kunngjørt, men Portalurin hevur fingið tað váttað frá góðum keldum.

Bogi Hansen gjørdi í samrøðu, beint aftaná FM-gullið var komið í hús, greitt, at hann skuldi víðari eftir summarferiuna. Harvið hevur H71 mist hann, Svein Olafsson (Afturelnding, Ísland) og Ísak Vedelsbøl (IK Sävehof, Svøríki) - allir lyklaspælarar í FM-árinum í fjør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder