Hondbóltur

Bogi Reinert-Petersen heldur fram í B36 í 2026

32 ára gamli fuglfirðingurin var á ársveitsluni í november kosin ársins spælari í B36 - serliga tí hann í ár hevur gingið á odda bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin.

Áhugi hevur verið aðrastaðni frá, men royndi miðvallarin og miðverjin heldur fram undir Jákup Martini Joensen (Mynd: Fótbóltsfelagið B36)

Áhugi hevur verið aðrastaðni frá, men royndi miðvallarin og miðverjin heldur fram undir Jákup Martini Joensen (Mynd: Fótbóltsfelagið B36)

2025-12-06 19:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bogi Reinert-Petersen hevur skrivað undir sáttmála við B36. Avtalan er galdandi fyri kappingarárið 2026.

Fuglfirðingurin skifti til B36 fyri einum góðum ári síðan og taldist skjótt millum stuðulsspælararnar sum nærlagdur stýrimaður í skiftingarrúminum og á vøllinum. Hann skipar liðið í orð og talu, og leikliga gongur hann fremst í nærdystum. Í ár skeyt hann eisini fimm mál í landskappingini.

- Eg havi stórtrivist í B36, og tað er týðiligt, at hetta er eitt lið við stórum møguleikum. Ungu spælararnir eru arbeiðssamir og mennast skjótt, og eg eri sannførdur um, at liðið fer at mennast og gera sjónlig framstig. Eg eri eisini spentur at vera ein partur av teimum ætlanum, sum felagið hevur lagt fyri framtíðina, sigur hann.

32 ára gamli Bogi Reinert-Petersen var á ársveitsluni í november kosin ársins spælari í B36. Grundgevingarnar vóru serliga, at hann í ár hevur gingið á odda bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin.

Fótbóltsfelagið B36
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder