Fótbóltur

Bogi skal spæla við Víkingi

Bogi Reinert-Petersen spælir við teimum ljósabláu restina av kappingarárinum.

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-06-26 12:29 Author image
Ari av Rana
placeholder

Víkingur hevur styrkt um hóp sín. Víkingur boðar frá, at Bogi Reinert-Petersen hevur undirskrivað sáttmála við felagið.

26 ára gamli miðvalalrin hevur skrivað undir sáttmála til og við oktober 2019.

Bogi er uppvaksin í ÍF og hevur spælt 96 dystir í fremstu deildini. Hann hevur ongan dyst spælt hetta kappingarárið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder