Annað

Boksarin Steffen Tangstad deyður - hann gjørdist 65 ár

Einasti norðmaður, sum hevur boksað um HM heitið í tungvekt - hann tapti í 1986 greitt móti Leon Spinks í Las Vegas.

2024-06-27 09:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi professionelli boksarin, norðmaðurin Steffen Tangatad er deyður, 65 ára gamal, skrivar blaðið VG.

Steffen Tangstad vann 24 dystir sum professionellur, tapti tveir og boksaðir tveir javnar. 14 av sigrunum vóru steðgaðir fyri tíð, og hann vann teir upp á knockout.

Hann gavst sum boksari í 1986. Steffen Tangstad hevði nervasjúkuna polynevropati, sum førdi til, at hann í 20119 misti vinstra bein frá knænum og niður.

- Pápi okkara, Steffen, sovnaði stillisliga í gjárkvøldið eftir langa sjúkralegu. Tað er hart og trist. Men hann sovnaði friðarliga og uttan pínur, boðaðu synir hansara, Truls og Otto frá.

Steffen Tangstad verður av mongum mettur sum besti boksari, sum Noreg hevur fostrað. Hann gjørdist evromameistari í tungvektsboksing tvær ferðir. Eisini er hann einasti norðmaður, sum hevur boksað um HM-heitið í tungvekt.

Tað var, tá hann 6. september 1986 boksaði móti Leon Spinks á Hilton Hotel í Las Vegas. Spinks var nógv sterkari, og Tangstad var støðgaður í 4. umfari. Eftir tann dystin gavst norðmaðurin at boksa.

Av tí at professionell boksing ikki var loyvd í Noregi tá, boksaði Steffen Tangstad fyri tað mesta í Danmark. Hann var partur av boksarahópinum hjá kenda danska boksifyrireikaranum, Mogens Palle.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder