Champions League fer av álvara í gongd í kvøld, tá fyrri helmingurin av liðunum í bólkaspælinum spæla fyrsta umfar.
Byrjað verður um ein tíma og eitt korter, har tann meira áhugaverdi dysturin er tann í Bern. Manchester United er stórfavorittur móti sveisisku meistarunum, sum fyri beint yvir einum ári síðani vunnu 3-1 á KÍ í 2. undanumfari í kappingini. Tá var tað liðið úr Klaksvík, ið var meira vandamikið í málleysa fyrra hálvleikinum - í kvøld er Cristiano Ronaldo ein av mótstøðuleikarunum hjá Young Boys. 36-ára gamli áleyparin skoraði leygardagin tvey mál í sísum fyrsta dysti aftur í United-troyggjuni. Í kvøld spælir Ronaldo sín fyrsta Champions League-dyst fyri felagið síðani finaluna í Rom 2009.
Tá 18-ára gamli Jonn Johannessen skoraði til 2-1 fyri KÍ í Bern
Ronaldo fegnast her um málið til 2-1 móti Newcastle - hansara seinna í dystinum (Myndir: EPA)
Seks dystir byrja klokkan 20. Harav verða flest eygu helst vend ímóti Barcelona, har katalanska felagið, ið hevur havt nógv innanhýsis rok og trupulleikar seinastu árini, og sum hevur mist Messi í summar, tekur ímóti týsku meistarunum. Bayern Munchen er favorittur til dystin, og ætlanin hjá Nagelsmann og hansara liðið er koma longri í Champions League, enn nógv vinnandi felagið hevur megnað seinnu árini
Juventus - uttan Ronaldo - er á vitjan í Malmö. Svensku meistararnir, við Jon Dahl Thomasson á odda, megnaðu at spæla seg víðari til bólkaspælið, har stórar uppgávur nú bíða. Chelsea er eisini skjótt á skránni. Meistararnir byrja sína verju móti Zenit í London í kvøld.
Champions League bólkaspæl
1. umfar - 14.09
Bólkur E:
20.00: Bayern Munchen - F.C. Barcelona
- Dynamo Kiev - Benfica
Bólkur F:
17.45: Young Boys - Manchester United
20.00: Villareal - Atalanta
Bólkur G:
17.45: Sevilla - Salzburg
20.00: Lille - Wolfsburg
Bólkur H:
20.00: Chelsea - Zenit St. Pætursborg
Malmo FF - Juventus
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald