Fótbóltur

Bólkaspælið fer í gongd í kvøld

Lagt verður út áðrenn klokkan 18, tá millum annað FCK spælir.

Messi og PSG skulu spæla móti Juventus í París (Mynd: EPA)

Messi og PSG skulu spæla móti Juventus í París (Mynd: EPA)

2022-09-06 17:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er í kvøld, at bólskaspælið í heimsins størstu kapping fyri lið fer av bakkastokki.

32 lið skulu næstu vikurnar stríðast um tilsamans 16 pláss, og helmingurin av liðunum spælir í kvøld - hini 16 spæla 1. umfar í kvøld.

Helst mest spennandi dysturin á pappírinum í dag er tann í París, har Juventus vitjar - hóast Juventus ikki er á sama støði sum fyri nøkrum árum síðani.

Meistararnir Real Madrid eru stórvaforittar í Glasgow, Haaland skal royna at halda fram við málskjótinini, tá City vitjar í Sevilla, og so skal FCK aftur royna seg millum tey fínu; á gama heimavøllinum hjá Haaland. Dortmund, FCK, Sevilla og City eru í sama bólki.


Bólkur E:
17.45: Dinamo Zagreb - Chelsea
20.00: FC Salzburg - AC Milan 

Bólkur F:
Celtic - Real Madrid
RB Leipzig - FC Shakhtar Donetsk

Báðir dystirnir byrja klokkan 20

Bólkur G:
17.45: Borussia Dortmund - FCK 
20.00: 
Sevilla FC - Manchester City

Bólkur H:
PSG - Juventus 
SL Benfica - Maccabi Haifa

Báðir dystirnir byrja klokkan 20

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder