Teir seinastu átta dystirnir í bólkaspælinum í Champions League verða leiktir í kvøld.
Hesi liðini hava spælt seg víðari:
Eitt'arar:
PSG, Bayern, City, Juventus, Liverpool, Barcelona, RB Leipzig og Valencia
Tvey'arar:
Real Madrid, Tottenham, Napoli, Dortmund, Lyon og Chelsea
Í bólki C og D skal ein tvey'ari finnast í kvøld:
Bólkur A:
PSG 13 *
Real Madrid 8 *
Club Brugge 3
Galatasaray 2
20.00: Club Brugge - Real Madrid
PSG - Galatasaray
Bólkur B:
Bayern Munchen 15 *
Tottenham 10 *
Reyða Stjørna 3
Olympiakos 1
20.00: Bayern - Tottenham
Olympiakos - Reyða Stjørna
Hóast einki er at spæla fyri, er spennandi dystur fyri framman í Týsklandi. Tottenahm skal hava uppreisn frá eyðmýkjandi 7-2 tapi í London í oktober.
Bólkur C:
Manchester City 11 *
Shakhtar Donetsk 6
Dinamo Zagreb 5
Atalanta 4
17.55: Dinamo Zagreb - Manchester City
Shakhtar - Atalanta
Tað liggur í hondunum hjá ukreinska liðnum. City er víðari, men kann spæla ein umráðandi leiklut í kvøld.
Bólkur D:
Juventus 13 *
Atletico Madrid 7
Bayer Leverkusen 6
Lokomotiv Moskva 3
Setningurin Atletico er greiður: Ein sigur so er plássið í áttandapartsfinaluni tryggja. Um leverkusen megnar at knógva Juventus, kann tað gerast heilt spennandi.
Fótbóltur
Bólkaspælið kemur at enda: So at siga alt er avgjørt
14 lið eru til reiðar til áttandapartsfinalurnar - tey seinastu tvey verða funnin í kvøld. Mourinho og Tottenham vitja í Munchen.
Diedo Simeone og Atletico Madrid eru kroystir í kvøld (Mynd: EPA)
2019-12-11 16:31
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald