Annað

Bólkurin má møguliga avgerast við Fair Play

Ongland og Belgia hava júst somu málúrtøku.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-06-25 13:57 Author image
Ari av Rana
placeholder

Spenningur er um hvat lið endar ovast í Bólki G í HM, har Ongland og Belgia longu hava spælt seg víðari. Bæði liðini hava fult stigatal eftir tveir dystir og liðini møta hvør øðrum í síðsta dystinum.

Ein heldur áhugaverd støða verður, um tað skuldi hent seg, at liðini spæla javnleik í tí dystinum. Liðini hava bæði tvey málúrtøku á 8-2, og tí er tað ikki málúrtøkan, sum avgerð hvat lið endar ovast, endar hesin dysturin við javnleiki. Tí má ovasta plássið í bólkinum avgerast við Fair Play.

FIFA tekur fair play stig frá liðum, alt eftir hvørji kort liðið hevur fingið. Gult kort gevur -1 stig, reytt kort eftir tvey gul gevur -3 stig, beinleiðis reytt kort gevur -4 stig, meðan eitt gult og síðani beinleiðis reytt gevur -5 stig, skrivar ESPN.

Ongland liggur í løtuni ovast í bólkinum, tí at liðið hevur fingið tvey gul kort, meðan Belgia hevur fingið trý gul kort.

Skuldi hent seg, at liðini eisini gerast jøvn á Fair Play listanum, verður trekt lut um hvør verður nummar eitt í bólkinum. Hetta hendi eitt nú í 1990, tá Írland og Niðurlond máttu trekkja lut um hvat liðið endaði nummar tvey og nummar trý. Tá var lukkan við Írlandi, sum endaði nummar tvey.

Hugsast kann, at tað loysir seg betri hjá liðunum at enda á øðrum plássi í bólkinum. Tá dysturin verður spældur eru allir bólkarnir avgjørdir. Og skuldi tað hent seg at Brasilia verður nummar eitt í Bólki E og Týskland verður nummar 2 í bólki F, so verða hesi londini í somu helvt av vegnum fram til finaluna, sum vinnarin av Bólki G. Tí er møguliga betri at enda nummar tvey í bólkinum, har liðið t.d. kann møta Meksiko ella Sveis í eini fjórðingsfinalu heldur enn Brasilia ella Týskland.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder